Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fær vitjan av KÍF í steypakappingini

Jákup Ósá

Leygarkvøldið vitja kollfirðingar í Klaksvík.

Stórur spenningur er í bólki 2, har Neistin liggur á odda og favorittur at taka fyrsta plássið í bólkinum. Men enn er einki avgjørt og fyri bæði liðini hevur dysturin stóran týdning. Steypakappingin er møguleikin hjá Team Klaksvík at bíta frá sær, meðan KÍF eftir javnleik í fyrsta dystinum uttan iva ynskir ein sigur í næsta dystinum nú. 
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.
Støðan í bólki 2 í steypakappingini:
1. Neistin 4 stig (tveir dystir)
2. VÍF 2 stig (tveir dystir)
3. KÍF 1 stig (ein dyst)
4. Team Klaksvík 0 stig (ein dyst)
Harleywoodpaint