Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík fekk fyrsta stigið hetta kappingarárið

Jákup Ósá

Í dag fekk Team Klaksvík vitjan av Neistanum.

Pílurin hevur peikað uppeftir hjá Team Klaksvík síðstu tíðina og í dag bragdaði fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. Team Klaksvík spældi 31-31 á heimavølli móti Neistanum. Talan var um ein javnan dyst frá byrjan til enda. Àhugavert at síggja, at av teimum sjey málskjúttunum hjá Team Klaksvík, so vóru seks av teimum lokalir leikarar.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru: Nikolay Bliznov (9), Jens Pauli Poulsen (7), Beinir Johannesen (5), Páll Muller (4), Vilhelm Vilhelmsen (2), Jan Eli Ragnarsson (2) og Jens Mortan Samson (2).