Team Klaksvík var í Hoyvík í gjárkvøldið.
Hetta var fyrsti dysturin í bólkaspælinum í einum bólki, sum hevur fýra góð lið í H71, KÍF, Kyndil og Team Klaksvík.
Team Klaksvík vann 28-27 í Hoyvík. Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Sámal á Tjaldrafløtti (6), Brian Slyne (5), Nikolay Bliznov (5), Dánjal Kjærbo (3), Sakaris Ludvík Súnason (3), Beinir Johannesen (3), Suni E. Dalsgaard (2) og Tummas Simonsen.
Team Klaksvík hevur heimadyst móti Kyndil 26. november og útidyst móti KÍF 6. desember eftir í bólkinum.



