Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minuttir

Jákup Ósá

Team Klaksvík spældi í Vestmanna í kvøld.

Hóast talan var um nummar tvey á heimavølli móti aftasta liðnum, so kláraði Team Klaksvík at fylgja væl við fyrsta partin av dystinum. Fyrsta hálva tíman fylgdust liðini og hálvleiksstøðan var 19-19. Hendan gongdin helt fram fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki, tá støðan var 25-24. Men so skrædnaði hjá klaksvíkingum og munurin øktist til úrslitið 42-34 til VÍF.

 

Toppskjútti hjá VÍF var Filip Jojic við 9 málum. Hjá Team Klaksvík skoraði Hørður F. Sigtórsson 9 mál, Sámal á Tjaldrafløtti og Christoffer Madsen 8, Jens Pauli Mohr 5, Jan Eli Ragnarsson 2, Petur Martin Eliasen 1 og Vilhelm Vilhelmsen 1.

Harleyfacadeacryl