Team Klaksvík førdi við fleiri málum í hálvleikinum móti greipuvinnarunum.
Ein ræðulig byrjan uppá seinna hálvleik legði grundarlagið fyri, at H71 fekk sigurin. Team Klaksvík førdi 17-13 í hálvleikinum, men uppá fimm teir fyrstu minuttirnar í seinna hálvleiki skoraði H71 fimm mál, og so høvdu teir knappliga tikið leiðsluna. Síðani fylgdist liðini, men tá so H71 fekk økt til fleiri mál, so helt leiðslan til dystarenda. Seinastu minuttirnar øktist munurin til fimm mál, so at H71 vann 30-25.
Toppskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Finnur Hansson og Hørður Sigtórsson við fimm málum, meðan Birgir Poulsen og Ludvík Súnason skoraðu fýra mál. Toppskjútti hjá H71 var Hilmar Leon Jacobsen við nýggju málum, meðan Pætur Thomsen skoraði fimm mál.




