(Dagføringar frá heimildarfólki úr Hoyvíkshøllini) H71 er áodda 14-13 í hálvleikinum. 44 min.: 18-18! Dysturin endaði 25-19.
Dysturin higartil hevur verið ógvuliga javnur, har Team Klaksvíkhevur spælt fult upp ímóti føroyameistarunum. Støðan er 14-13 til H71. Sámal á T. Olsenog Heri Johnsson hava fingið flest mál fyri Team Klaksvík, sigur heimildarfólk hjá Norðlýsinum úr Hoyvíkshøllini.
44 min.: Støðan er nú 18-18. Team Klaksvík fylgir framvegis væl við. Sagt verður, at verjan stendur væl í dag higartil og at moralurin ber liðið langt, sum tað sær út.
52 min.: 21-19 til H71. Team Klaksvík hava verið óhepnir við skotum og eisini fingið tvær útvísingar hesa løtuna. Men stríðsandin er framvegis framúr, verður sagt úr Hoyvíkshøllini.
Liðugt: H71 vann at enda 25-19. Orkan var uppi og smali hópurin hendan dagin, har einans 8 leikarar vóru við, kom til sjóndar í endanum. M.a. manglaðu Dánjal Kjærbo og Jón Jacobsen vegna skaðar. Men uttan iva besti útidystur hjá liðinum hetta kappingarárið, har teir megnaðu at trýsta H71 líka til seinastu 5 minuttirnar verður sagt úr Hoyvíkshøllini.




