Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Team Klaksvík gav KÍF mótstøðu

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Hóast truplar umstøður við reyðum korti til Sámal á Tjaldrafløtti miskeiðis í fyrra hálvleiki, so var ikki stórvegis munur á Team Klaksvík og KÍF í dag.

KÍF var á odda 15-10 í hálvleikinum, men seinna hálvleik vann Team Klaksvík. Nakað sum er óvanligt, tí mangan stendur Team Klaksvík seg betri í fyrra hálvleiki, tí hópurin ikki er eins breiður sum hjá fleiri øðrum liðum. Úrslitið gjørdist 27-25 til KÍF.

Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Kaito Nakahodo (8), Vilhelm Vilhelmsen (5), Jens Pauli Mohr (4), Jan Eli Ragnarsson (3), Ludvík Súnason (2), Sámal á Tjaldrafløtti (2) og Beinir Johannesen.

Harleywoodpaint