Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-H71 (Beinleiðis dagføringar)

Jákup Ósá

Ein sera avgerandi dystur fyri H71 er í Klaksvík í kvøld.

Ein sera avgerandi dystur fyri H71 er í Klaksvík í kvøld.

H71 liggur undan dystinum á 3. plássi, men hevur ein dyst færri enn Kyndil á 2. plássi og kann tí avgera sína lagnu sjálvt. 
Tað sæst í Klaksvíkar Badmintonhøll, at dysturin hevur stóran týdning fyri hoyvíkingar, tí nógv fleiri áskoðarar enn H71 vanliga hevur við sær til Klaksvíkar, eru í høllini í kvøld.
Dómarar eru Arnar Dam og Gert Hansen.
2 min.: Mark Marcher til 0-1 og Hans Kári Hansen til 0-2.
3 min.: Tóraldur Kollsker bjargar brotskasti frá Bogdan Florea. Sámal á T. Olsen til 1-2 við langskoti.
7 min.: H71 á odda 3-2. Sámal hevur skorað bæði málini hjá Team Klaksvík (TK).
8 min.: Otto Jacobsen til 3-3
10 min.: Sámal legði TK á odda 4-3. Síðani bjargaði Dragan Kondic skoti frá Boga Davidsen, men meðan hann stendur og ”feirar” at hava bjargað, fer olturin í einum boga í málið. Sjáldsamt mál. H71, sum spælir skjótt spæl, revsar og er á odda 6-4 nú.
13 min.: H71 hevur útbygt sær leiðsluna. Væl stuðlaðir av einari mælskari áskoðarafjøld hevur H71 fingið eina leiðslu á 5 mál. 4-9 er støðan. 
16 min.: TK hevur tikið time out. Rúni Højgaard skorar eftir snarálop. Í álopinum gongur striltið hjá fyrrverandi H71 leikaranum Bogdan Florea, sum enn einki mál hevur skorað. Sámal hevur hinvegin skorað 3 mál. Men H71 dregur framvegis frá. 11-5 til H71.
18 min.: Longu eftir 18 minuttum tykist hesin dysturin vera avgjørdur. H71 á odda 12-5 og munuin tykist eyðsýndur. Báðir málverjarnir hava staðið væl higartil.  Í hálvleikinum og eftir dystin viðhefta vit dómaraseðilin undir greinini.
24 min.: 15-6 til H71, sum er fleiri klassar betri higartil í kvøld.
Hálvleikur: 7-18
Tað gekk javnt á fyrstu 9 minuttirnar, men so fór H71 frá og síðani hevur verið klassamunur á liðunum. H71 liðið stendur sera væl í verjuni, har TK fyri tað mesta leypur á mitt fyri, hevur vælleikandi málverja og fær nógv snarálop av tí sama. Úrslitið talar fyri seg. TK hevur stórar trupulleikar bæði í verju og álopi í kvøld. Og tað er heldur ikki langt av leið, at TK málverjin Dragan Kondic er besti leikari hjá heimaliðnum higartil.
Kl. 20.45: Seinni hálvleikur byrjar og H71 hevur eina leiðslu á 11 mál. Tískil er spurningurin í seinna hálvleiki helst bara um, hvussu stórur sigurin verður hjá H71.
37 min.: Bogdan hevur skorað sítt fyrsta mál og Dragan Kondic vísir gott spæl í málinum, hóast hann ikki fær nógva hjálp frá verjuni. Munurin heldur sær nøkunlunda. 10-20.
45 min.: 22-14 til H71. Sostatt hevur TK vunnið seinna hálvleik higartil. Dragan stendur væl í málinum og Bogdan hevur fingið gongd á málskjótingina. Tað tykist sum um tað er betri hugburður á K liðnum í seinna hálvleiki og H71 fær ikki eins lætt spæl.
56 min.: 30-18 til H71, sum seinastu løtuna hevur fingið takið aftur. Munurin var niðri á 8 málum men er nú 12 mál.
Liðugt: Tað endaði 32-20 til H71. Sostatt vann H71 ”bara” við einum máli í seinna hálvleiki. H71 gav fleiri eyka leikarum møguleikan og ferðin fór úr dystinum. Heimaliðið vísti góðan hugburð og spældi ein munandi betri seinna hálvleik enn fyrra hálvleik. Sostatt bleiv tapið hjá TK ikki so stórt, sum tað sá út til í fyrra hálvleiki.
Dómaraseðilin er viðheftur.