Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík helt tørn ein hálvleik

Jákup Ósá

Í seinna hálvleiki skrædnaði og at enda tapti Team Klaksvík stórt móti sterka liðnum hjá Kyndil.

Kyndil legði seg beinanvegin á odda, men Team Klaksvík fylgdi við allan fyrra hálvleik og onkra løtu var bara eitt mál á muni. Í hálvleikinum var støðan 14-11 til Kyndil, sum økti seinastu løtuna áðrenn steðgin. Í seinna hálvleiki misti Team Klaksvík takið á dystinum og Kyndil vann at enda ein stórsigur uppá 32-18. Sostatt vann Kyndil seinna hálvleik 18-7. 
Hjá Kyndil var David Edvardsen toppskjútti við 7 málum. Hjá Team Klaksvík var Bogdan Florea toppskjútti við 6 málum. Hinir málskjúttarnir hjá Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard (3), Dusko Petrusic(3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Suni Johannesen (1), Jens Pauli Mohr (1), Leivur Petersen (1) og Sámal á T. Olsen (1).
Næsti dystur verður á heimavølli komandi leygarkvøld kl. 18.00 móti føroyameistarunum KÍF.