Team Klaksvík hevur í dag kunngjørt nýggjan leikara.
Talan er um Súna Dalsgaard, sum er hoyvíkingur og spælir á høgra vongi. Hann er føddur í 2003 og hevur verið partur av besta hópinum hjá H71, men hevur mest spælt við næstbesta liðnum. Hann verður í Team Klaksvík lýstur sum ein ungur og evnaríkur leikari, skjótur og góð skot. Hann arbeiðir hart og hevur góðan jaligan hugburð, sum passar væl í hópin hjá TK.
Sum skilst er hópurin hjá Team Klaksvík við at verða komin uppá pláss nú. Team Klaksvík skal seinni í ár spæla altjóða hondbólt, har mótstøðuliðið er úr Bosnia & Hersegovina.



