icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík hevur skift venjara

Jákup Ósá

Áki Mørk er ikki longur høvuðsvenjari hjá Team Klaksvík.

Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, váttaði fyri radio.fo í vikuni, at Team Klaksvík og Áki Mørk hava steðgað samstarvinum. Hann staðfesti eisini, at í Team Klaksvík hava teir verði væl nøgdir við arbeiðið, sum Áki Mørk hevur gjørt.

Nýtt leikandi venjarapar verður Vuk Stevanovic og David Heinigman, sum hava spælt við besta mansliðnum síðsta árið. Til dystirnar verður tað Jón Jacobsen, sum kemur at standa fyri útskiftingunum v.m.

Team Klaksvík spælir í Vestmanna sunnudagin kl. 16.00 móti VÍF.