Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík hevur tveir útlendskar málverjar komandi kappingarár

Jákup Ósá

Báðir eru kendir í felagnum.

Strahinja Popovic er málverji úr Serbia og hann var eisini málverji hjá Team Klaksvík seinna partin av kappingini í fjør. Hin málverjin er eisini kendur í felagnum. Tað er danski Mark Dahl úr Danmark, sum fyri fáum árum síðani var ungdómsvenjari og málmaður hjá Team Klaksvík.

Sostatt kemur Team Klaksvík frá byrjan at vera væl fyri á málmansøkinum, har tað til tíðir hevur manglað fólk síðstu árini.