Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík hevur verið á venjingarlegu í Íslandi

Jákup Ósá

Team Klaksvík var um vikuskiftið í Íslandi.

Spældu tveir venjingardystir við einum hópi á 15 leikarar.

Team Klaksvík fyrireikar seg í hesum døgum til nýtt kappingarár. Sum liður í hesum var venjingarlega í Íslandi hetta vikuskiftið. Leikandi høvuðsvenjarin, Finnur Hansson, hevði ein hóp á 14 leikarar afturat sær sjálum. Tveir venjingardystir vóru á skránni, har Team Klaksvík spældi ímóti Víkingi (taptu 28-22) og Fjølnir (taptu 26-21).

Team Klaksvík hevur í ár fingið tilgongd av Mark Dahl (málverji, sum eisini er ungdómsvenjari í felagnum), Hørði F. Sigtórsson og Ludvík Súnason. Onkur frágongd hevur eisini verið. Myndin er av hópinum hjá Team Klaksvík, sum var á venjingarlegu í Íslandi.

Landskappingin byrjar um 11 dagar, leygardagin 16. september, tá Team Klaksvík fær vitjan av greipuvinnarunum úr H71. Dysturin byrjar kl. 17.00.