Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík í fyrstu steypafinaluni nakrantíð

Jákup Ósá

Dreingir 10 hjá Team Klaksvík spældu seg í dag í steypafinaluna.

Hálvfinaukappingin var á Giljanesi í dag. Team Klaksvík, VÍF a, STÍF a, H71 a, H71 b, SÍF kappaðust og har gekk so væl hjá klaksvíkingum, at Team Klaksvík spældi seg í steypafinaluna. Hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, at Team Klaksvík er komið í nakra steypafinalu. Steypafinalan verður ímóti H71 b.

Venjarar hjá U10 hjá Team Klaksvík eru Zarko Pejovic og Heri Johnsson.

Myndir: jn.fo