Fyrsti dystur í hesum kappingarárinum verður leiktur í Klaksvík í morgin (leygardagin).
Team Klaksvík hevur fingið útlendingin Damir Oros til leikandi venjara hetta kappingarárið. Damir Oros er kendir fyri at hava skora millum flest mál í bestu deildini í tey seinastu mongu árini. Eisini nýggjur í Team Klaksvík er Hans Arni Thomsen, hann leikti seinasta ár við Kyndil í bestu deildini.
Spennandi verður at síggja um Team Klaksvík í ár fer at náa upp í bestu deildini.
Dysturin verður í KÍ-høllini í morgin og byrjar klokkan 14:00 . Eftir dystin klokkan 16:00 leika Stjørnan móti VÍF í bestu deildini.




