Mikukvøldið vitjar liðið úr Klaksvík hjá meistarunum úr KÍF.
Tá hesi liðini spældu í Klaksvík fyrr í kappingarárinum vann KÍF 32-30. Men burtursæð frá tí dystinum hevur KÍF bara vunnið ein dyst, so byrjanin hevur ikki verið tann, sum meistararnir úr KÍF høvdu ynskt sær. Team Klaksvík hevur somuleiðis havt tað trupult og hevur í løtuni 2 stig fyri 7 dystir. Men leygardagin spældi liðið ein sera góðan seinna hálvleik móti Kyndli og næstan alt riggaði, tá liðið eisini mundi fingið stig eftir ein annars vánaligan fyrra hálvleik, har Kyndil vann sær stóra leiðslu. Heldur Team Klaksvík fast í spælinum frá seinna hálvleiki móti Kyndli, so hevur liðið góðan møguleika at geva KÍF ein truplan dyst í Kollafirði, har KÍF tó má metast sum favorittur.
Dysturin í Kollafirði byrjar kl. 20.00 mikukvøldið.




