Team Klaksvík skal í kvøld royna at vinna sin næsta sigur á rað, tá føroyameistararnir úr KÍF vitja.
Team Klaksvík vann seinasta vikuskiftið greiðan sigur móti Kyndil á heimavølli, og tað hevur uttan iva givið klaksvíkingunum sjálvsálit. KÍF vitjar í kvøld og liggja kollfirðingar á odda undan dystinum. Men føroyameistararnir hava í kappingini ikki víst eins ræðandi styrki sum í fjør. Hjá Team Klaksvík hevur liðskiparin Andrias Ellingsgaard ein skaða ið ger, at hann ikki fær spælt. Annars eru allir tøkir.
Dysturin í Badmintonhøllini byrjar kl. 18.00




