Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-Kyndil í morgin

Jákup Ósá

Í annakvøldð fær Team Klaksvík vitjan av Kyndli.

Team Klaksvík fekk seinasta vikuskiftið eina lítla uppreisn í mun til næst seinasta dyst, tá liðið tapti stórt móti H71. VÍF vann tó tryggan sigur, men stórsigur bleiv tað ikki. Hesaferð vitjar Kyndil í Klaksvík. Kyndil hevur havt tað trupult eftir eina annars góða byrjan uppá kappingarárið, men seinast eydnaðist at vinna 20-15 í Kollafirði móti meistarunum úr KÍF. Team Klaksvík hevur 2 stig, meðan Kyndil hevur 7 stig. Tá er kæran ikki tikin við, har Team Klaksvík liggur til at fáa 2 stig frá júst Kyndli í teirra fyrsta innanhýsis dysti í ár, har Kyndil er dømt fyri at hava brúk ein ólógligan leikara.

Úrslitini hjá Team Klaksvík fyrsta triðingin hava verið hesi:

Kyndil-Team Klaksvík 32-18

Team Klaksvík-KÍF 30-32

STÍF-Team Klaksvík 31-32

Team klaksvík-Neistin 22-28

H71-Team Klaksvík 33-12

Team Klaksvík-VÍF 21-27

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.

Harleywoodpaint