Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-Neistin 19-26

Jákup Ósá

Team Klaksvík og neistin spæla í Klaksvíkar Badmintonhøll í løtuni.

Dysturin byrjaði nakað seinni enn ætlað vegna trupulleikar við klokkuni. 
3 min.: 1-1. Team klaksvík (TK) legði seg á odda. Tk spælir í gulum búnum í dag. 
5 min.. Andras Joensen við tveimum málum fyri Neistan. 1-3
7 min.: Jacob Knudsen til 2-3, men Andras Joensen økir aftur við enn einum skjótálopi. 2-4
14 min.: 2-7. Myndarøð frá fyrstu løtuni er viðheft. TK í álopi. 
15 min.: Birgir Poulsen til 3-7
16 min.: Rói B. Hansen til 3-8
17 min.: Mest eyðsýndi leikarin hjá Neistanum, Andras Joensen, økir enn einaferð frá strikuni. 3-9
19 min.: Henrik Justesen við góðum langskoti. 4-9. Neistin økir beinanvegin til 4-10. 
20 min.: Finnur Hansson til 5-10
22 min.: Rói til 5-11 og Finnur til 6-11. TK í álopi. 
23 min.: Finnur til 7-11. TK hevði møguleikan at koma uppá 8-11, men vongurin loftaði ikki so so kundi Neistin vinna bóltin. TK er tó aftur í álopi. 
25 min.: 8-12 í einum dysti, sum gongur javnt á nú. TK er í álopi.  
26 min.: Jacob fær tveir minuttir. Neistin biður um time out. TK hevur fingið betri tak á dystinum eftir at leikandi venjarin Finnur Hansson kom á vøllin. Í hálvleikinum leggja vit dómaraseðilin út. 
29 min.: 8-13. TK í álopi.
Hálvleikur: Neistin fekk brotsskast í seinasta álopinum, sum Rói skoraði uppá. 8-14. 
Dómaraseðilin frá fyrra hálvleiki er viðheftur eins og 42 fleiri myndir eru í myndarøðini. 
33 min.: 8-16 og neistin tykist hava avgjørt dystin fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki. 
36 min.: 9-17. Finnur og Andras hava skorað seinastu málini. Neistin fekk eina útvísing, men valdi at taka málmannin út til næsta álopi og tað gav úrslit. 
38 min.: Rasmus Magnusson bjargar brotsskasti frá Róa B. Hansen
38 min.: Finnur Hansson til 10-17
44 min.: 12-20
48 min.: 13-22. Neistin gevur fleiri spælitíð, sum vanliga ikki spæla so nógv. Men tað sær ikki út til at ávirka stórvegis, tí Neistin økir spakuliga um tryggu leiðsluna. 
53 min.: Eyka leikararnir hjá Neistanum spæla framvegis fínt og nú er støðan 25-15. Andrias Ellingsgaard hjá Team Klaksvík hevur fingið sína triðju útvísing og harvið reytt kort. 
Liðugt: 19-26. Team Klaksvík fekk minkað nakað um munin seinastu løtuna. Men sum heild var sjáldan nakar spenningur í dystinum. Til tað var munurin á liðunum ov stórur. Dómaraseðilin er viðheftur.