Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-Neistin 22-28

Jákup Ósá

Norðlýsið fylgir dystinum í Klaksvík, har Team Klaksvík og Neistin spæla.

Klaksvíkar Badmintonhøll: Team Klaksvík og Neistin spæla í Klaksvík í kvøld. 

Undan dystinum hevur Neistin 5 stig og Team Klaksvík 2 stig.
2 min.: 2-1 til Neistan. Bogdan Florea skoraði fyri Team Klaksvík (TK)
3 min.: Vilhelm til 2-2
5 min.: 3-2 til Neistan. Málini hjá Neistanum koma frá vongunum báðum.
6 min.. Dusko Petrusic til 3-3
Team Klaksvík hevur fyrstu 7 minuttirnar spælt við hesum leikarunum: Dragan, Beinur, Dusko, Bogdan, Sámal, Vilhelm og Andrias.
9 min.: 5-5. Djumic, Sámal og Dusko hava skorað seinastu løtuna.
10 min.: Djumic 2 minuttir fyri at takla Andrias. Bogdan skorar uppá brotskast til 6-5 til TK
12 min.: 8-6 til Neistan, sum hevur gjørt skjótt av í skjótálopum seinastu løtuna.
14 min.: TK tekur time out. Neistin skoraði til 9-7 eftir nýtt skjótálop. TK leikararnir hava seinastu løtuna brent upplagdar møguleikar.
18 min.: 10-7 til Neistan, sum dugur væl at brúka vongirnar. TK leikararnir og serliga Dusko hava verið óhepnir við at rakt stengurnar higartil.
20 min.: Vælleikandi Dusko Petrusic hevur minkað um munn til 10-8
21 min.: Terji Mørk til 11-8
23 min.: Bogdan við brotskasti. 12-9 til Neistan
25 min.: Neistin skorar uppá sínar møguleikar, meðan TK leikarar framvegis ofta raka stengurnar og út. Nú er 14-10 til Neistan. 
28 min.: Djumic hevur 100% úrtøku við sínum skotum og økti nú til 15-10
29 min.: Andrias Ellingsgaard sína triðju útvísing og harvið reytt kort.
Hálvleikur: 16-10 til Neistan. Neistin spælir betri, skora uppá fleiri snarálop og eru serliga tryggir frá vongunum. TK leikararnir skjóta nógv á stengurnar, men málverjin hjá Neistanum, Mikkjal Hansen, hevur eisini staðið væl, meðan TK málverjin Dragan Kondic ikki hevur tikið nógv.
Toppskjúttar hjá Neistanum í fyrra hálvleiki: John í Innistovu (4), Rói Berg Hansen (4) og Jugoslav Djumic (3)
31 min.: Rói Berg Hansen til 17-10
33 min.: Vilhelm til 17-11
34 min.: Djumic til 18-11
37 min.: Klassamunur í løtuni. 19-11 til Neistan. Team Klaksvík fær einki at rigga í álopspartinum og koma sjáldan til stórar møguleikar. TK hevur tikið time out nú.
38 min.: 20-13 til Neistan. Djumic og Dusko hava skorað seinastu málini.
42 min.: Dragan Kondic hevur víst stórspæl seinastu minuttirnar og bjargað trimum uppløgdum møguleikum. Men TK fær framvegis einki at bera til í álopinum. 21-13 til Neistan.
46 min.: 22-15 til Neistan. Sámal hevur skorað tey bæði seinastu málini hjá TK, sum hevur minkað um munin. Neistin tók time out nú.
49 min.: 24-18 til Neistan.
53 min.: 25-19 til Neistan. TK hevur fingið betri tak á dystinum seinastu løtuna og serliga verjuspælið riggar væl nú.
57 min.: Aleks Buha hevur skorað tvey mál seinastu løtuna. Støðan er nú 27-20 til Neistan, sum vinnur ein tryggan sigur í Klaksvík í dag.
Liðugt: 28-22 til Neistan. 
Neistin vann fult uppibornan 28-22 sigur í Klaksvík. Neistin spældi skjótari og fekk nógv fleiri mál uppá snarálop, meðan TK skuldi arbeiða nógv harðari fyri at fáa síni mál. Í seinna hálvleiki fekk TK betri tak á verjuspælinum, og Neistin skoraði eisini ”bara” 12 mál í seinna hálvleiki.