Eitt av oddaliðunum vitjar í Klaksvík í kvøld.
Neistin hevur fingið eina betri byrjan enn tey flestu høvdu væntað. Liðið liggur á deildum fyrsta plássi saman við Kyndli. Tey bæði liðini hava 5 stig. Team Klaksvík hevur eisini reist seg eftir eina trupla byrjan. Fyrst bleiv tað til tepurt tap móti KÍF, áðrenn fyrsti sigurin kom heim seinasta sunnudag, tá Team Klaksvík vann á Skála.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 18.00 í kvøld.




