Team Klaksvík spælir næsta heimadyst fríggjakvøldið. Sum skilst bendur nógv á, at høllin verður klár nú.
Team Klaksvík spælir næsta heimadyst fríggjakvøldið. Sum skilst bendur nógv á, at høllin verður klár nú.
Norðlýsið hevur tosað við álitispersónar frá Team Klaksvík og hesir arbeiða útfrá, at høllin verður klár fríggjakvøldið, tá liðið eftir ætlan leikar heimadyst móti Kyndil. Fólk hava umvælt høllina og sum skilst lekur hon ikki nú. Sambært heimasíðuni hjá hondbóltssambandinum stendur dysturin til at blíva leiktur fríggjakvøldið kl. 20.00 í Klaksvíkar Badmintonhøll. Norðlýsið hevur í kvøld fingið at vita frá alítandi keldum, at HSF mest sannlíkt góðkennir Badmintonhøllina til dystin fríggjakvøldið.
Dysturin móti Kyndil fríggjakvøldið byrjar kl. 20.00 og er hetta samstundis fyrsti dysturin hetta kappingarárið hjá Zarko Pejovic á Team Klaksvík liðinum.




