Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík spældi ein vánaligan dyst

Jákup Ósá Myndir: Anton Højgaard

Myndarøð: Tað var ikki nógv, sum riggaði hjá Team Klaksvík leygarkvøldið, tá Neistin vitjaði í Klaksvík. 

Liðini fylgdust fyrstu løtuna og einaferð var Team Klaksvík á odda 6-5. Men so byrjaðu mistøkini at koma, Neistin fekk fleiri mál uppá snarálop og uppá 1-2 minuttir var 8-6 til Neistan. Og harfrá byrjaði munurin at blíva eyðsýndur. Neistin var frammanfyri við 6 málum í hálvleikinum. Hesin munurin helt sær í seinna hálvleiki. Onkuntíð vóru fleiri mál á muni, men Team Klaksvík kann taka við sær, at liðið fekk betri skil uppá verjuspælið í seinna hálvleiki. 
Endaliga úrslitið gjørdist 28-22 til Neistan. Ein fult uppiborin sigur, tí Neistin spældi við hægri leikferð og størri neyvleika. Team Klaksvík spældi ein vánaligan dyst, tí liðið kann nógv meir enn tað, sum tað vísti hendan dagin, har tað ongantíð var spenningur um, hvør fór at vinna dystin.
Neistin hevur nú 7 stig fyri 5 dystir, meðan Team Klaksvík hevur 2 stig fyri 4 dystir. Næsta vikuskiftið spælir Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini móti H71.