Eitt formsterkt lið vitjar.
Tað eru steypafinalistarnir úr Neistanum, sum í kvøld vitja í Klaksvík. Neistin liggur nummar 5 í kappingini við 14 stigum, meðan Team Klaksvík er nummar 7 og aftast við 6 stigum. Neistin spældi fyri 10 døgum síðani spennandi steypafinalu móti VÍF, sum Neistin tapti við einum, meðan Neistin seinasta vikuskiftið vann 29-28 móti FM vinnarunum úr KÍF. Team Klaksvík tapti 31-24 á Skála móti StÍF seinasta vikuskiftið.
Dysturin byrjar kl. 20.00.




