Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík spælir týdningarmiklan heimadyst hóskvøldið

Jákup Ósá

Dysturin er móti StÍF, sum er kappingarneyti í stríðnum um 4. plássið, sum gevur hálvfinalupláss.

Team Klaksvík vann sín síðsta landskappingardyst móti Kyndli og tað merkir, at Team Klaksvík kom uppá 4. pláss. Mótstøðuliðið StÍF hevur eins og Team Klaksvík 11 stig, men verri málmun. Bæði liðini hava leikt 14 dystir og tað merkir, at tey hava fýra dystir eftir. Saman við hesum, so er tað Neistin, sum kappast um 4. plássið. Neistin hevur 8 stig, men hevur leikt tveir dystir færri enn hini bæði.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar hóskvøldið kl. 20.00.