Team Klaksvík hevur veruliga gjørt vart við seg í ár. Í bestu deildini hjá monnum hava teir havt besta kappingarárið í søgu felagsins, har teir vóru um reppið at koma í endaspælið. Og í yngru deildunum vunnu teir heiðursmerkir. Tað grør um gangandi fót!
Men Team Klaksvík ætlar sær meira! Og longu nú eru fyrireikingar til komandi kappingarár farnar í gongd! Team Klaksvík heldur fast við sínar og styrkir seg enn meira Áki Mørk, sum leiddi Team Klaksvík gjøgnum sítt besta kappingarár, heldur fram. Men afturat honum fær hann ongan minni enn Hans Arna Thomsen afturat sær sum hjálparvenjara. Umframt hesar báðar garpar, verður Sámal Jakup Djurhuus partur av besta hópinum komandi ár. Hann hevur góðar og drúgvar royndir sum hondbóltsspælari.
Sáttmálin við málmannin David (Kroatia) er longdur í 2 ár. Hann fer eisini at verða høvuðsungdómsmennari saman við damuni Ivanu (Kroatia), ið sjálvsagt eisini hevur longt samstarvið. Valentino (Kroatia) og Vuk (Serbia) halda eisini báðir fram í felagnum. Hetta fegnast Team Klaksvík um, tí Valentino hevur rættiliga markerað seg í ár sum toppskjútti á liđinum og Vuk sum ein leikari við sera góðum taktiskum yvirblikki, sum viðleikararnir hava notið gott av.
Harafturat skulu teir lokalu ikki gloymast. Teir halda allir fram og har hava fleiri ment seg nógv hetta kappingarárið.
Ungdómdeildin í fagrasta blóma
Í ungdómsdeildini eru á leið 90 íðkandi dreingir. Tað, sum sermerkir dreingirnar allar, er hugurin og drívmegin.
U6/U8: Í hesi deild møta eini 25 til 30 dreingir til hvørja venjing og til kappingarnar meldar Team Klaksvík 4-5 lið hvørja ferð. Tað, sum felagið eisini fegnast um, er at fleiri ungir dreingir úr Leirvík, eru komnir at venja í Klaksvík.
D10 (2 lið): Bæði liðini spældu seg í Faxikondifinaluna, sum er steypakappingin. Bæði liðini vunnu bronsuheiðursmerki í landskappingini.
D12 (2 lið): A liðið leikti seg í Faxikondifinaluna, sum er steypakappingin. Her vunnu liðini eisini bronsu í landskappingini.
D14: Her kappaðust dreingirnir hart um topp 4. Eittans stig var á muni millum nummar eitt og nummar fýra, har dreingirnir hjá Team Klaksvík tíanverri máttu taka til takkar við einum fjórða plássið. Innanhýsisdystir vóru atvoldin til hesa plasering. Samanumtikið hava dreingirnir møtt væl til venjing, og serliga væl til tíðina. Eitt nú er tað vorðið vanligt at møta upp væl áðrenn venjing, tí hugurin hevur drigið teir niðan í høllina.







