Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík steypavinnarar hjá U10

Jákup Ósá

So hevur Team Klaksvík vunnið sína fyrstu steypafinalu nakrantíð.

Finalan var móti H71 b og tað var ongantíð nakar spenningur um, hvør fór avstað við sigrinum. Team Klaksvík tók leiðsluna skjótt og í hálvleikinum var 5-2 til klaksvíkingar. Endaliga støðan gjørdist 10-4. Sostatt bleiv talan um søguligan dag, tí Team Klaksvík vann sín fyrsta steypasigur nakrantíð í sínari fyrstu steypafinalu nakrantíð. Venjarar hjá Team Klaksvík eru Zarko Pejovic og Heri Johnsson.
Norðlýsið hevur væntandi liðmynd og nøvn av vinnarunum seinni.