Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-STÍF 21-24

Jákup Ósá

Team Klaksvík og STÍF spæla landskappingardyst í Klaksvík í kvøld.

Undan dystinum liggja bæði liðini jøvn á stigatalvuni við 4 stigum. Seinast liðini leiktu var á Skála og tá vann Team Klaksvík við einum máli, so lagt er upp til ein spennandi dyst. Team Klaksvík skal royna at vinna sín næsta sigur á rað, og sum skilst er tað ikki hent í 3 ár.
Undan dystinum var tøgn í ein minutt til minnis um Finn á Svøð, sum doyði í vikuni, 47 ára gamal. Hann hevur í fleiri ár verið málverji og hjálparfólk hjá Team Klaksvík umframt at hann áður hevur verið málverji hjá Neistanum, STÍF og Stjørnuni. Bæði liðini spæla við syrgibandi í hesum sambandi.
2 min.:  Andrias til 1-0 til Team Klaksvík (TK). Kjartan Johansen til 1-1 og 1-2. Dómaraseðilin er viðheftur.
4 min.: Dusko Petrusic til 2-2
9 min.: Jógvan G. Joensen til 2-4. Sámal á T. Olsen minkar beinanvegin til 3-4. Annars kann nevnast, at Jens Pauli Mohr mansverjir Svein Justinussen.
11 min.: Sámal til 4-4
13 min.: Beinur Heðinson við brotskasti til 5-4.Dragan Kondic í TK málinum hevur gott tamarhald á skotunum hjá STÍF, har serliga Kjartan Johansen er tann sum skjýtur í løtuni.
14 min.: Vilhelm Vilhelmsen til 6-4
16 min.: Beinur við brotskasti til 7-4
17 min.: Alt riggar hjá TK í løtuni. Vilhelm fer í skjótálop og økir til 8-4
18 min.: Jonleif tók time out og tað hevur hjálpt. STÍF minkaði og samstundis fekk Dánjal Kjærbo útvísing. 8-5.
20 min.: Jógvan G. Joensen hevur fingið ein álvarsligan skaða at síggja til og er blivin borðin út úr høllini. 9-7 og munurin minkar so við og við í løtuni.
22 min.: Pætur Johansen við tveimum brotskøstum. 9-8 og TK hevur nú stórar trupulleikar í álopspartinum. Fyrrverandi TK málverjin Eli Gærdum stendur væl í STÍF málinum.
24 min.: TK hevur tikið time out. 9-8 til TK og í løtuni er tað TK málverjin Dragan Kondic, sum við stórspæli syrgir fyri, at TK heldur leiðsluna.
26 min.: Sámal verður nú mansvardur. Teitur V. Nielsen til 9-9
28 min.: Pætur Johansen til 9-10. Beinur Heðinsson misnýtti brotskast. TK hevur ikki skorað í longri tíð.
Hálvleikur: 11-9 til STÍF. Frá tí, at STÍF tók time out í 18. minutti er dysturin vendur á høvdið. Seinastu áleið 12 minuttirnar hevur STÍF vunnið 7-1. Og var tað ikki fyri stórspæli av Dragan Kondic í TK málinum, so hevði STÍF skorað fleiri mál afturat.
32  min.: Bogdan til 10-12. Sveinur blívur framvegis mansvardur, meðan STÍF mansverjir Sámal. Fríði Djurhuus til 10-13. 
33 min.: langur steðgur eftir samanstoyt, har Sveinur Justinussen mátti av vøllinum, tí hann bløddi illa í høvdinum. Ógreitt er um hann kemur inn aftur. Dusko til 11-13.
35 min.: Dragan vísir framvegis stórspæl í TK málinum, men STÍF økir. 11-14 og STÍF í álopi.
38 min.: Suni Johannesen til 12-14. Dánjal til 13-14.
41 min.: Andrias til 14-15. Sera tætt og spennandi nú. Sveinur er ikki komin inn aftur enn og einki sást til hann. Tí er møguleiki fyri, at tveir leikarar hjá STÍF eru endaðir á skaðastovuni. 14-16.
43 min.: Dusko til 15-16. TK var í álopi og kundi javna, men ístaðin kontraði STÍF og so er 15-17.
49 min.: 17-20. STÍF dekkar langt úti og tað órógvar TK spælið. 
51 min.: TK tekur time out. Sveinur Justinussen er aftur at síggja í høllini við bindi um høvdið. Men tað sær ikki út sum at hann kemur inn aftur. STÍF hevur eina leiðslu á 3 mál, men enn eru 9 minuttir eftir og nógv kann broytast.
53 min.: Dusko til 18-20 við brotskasti.
55 min.: Eyðfinn Poulsen bjargar brotskasti frá Dusko. TK hevur misnýtt stórar møguleikar seinastu løtuna. Vilhelm til 19-21.
58 min.: 20-22. STÍF í álopi.
Liðugt: Tað endaði 24-21 til STÍF. Seinastu løtuna kom Sveinur inn aftur og Marius Joensen skeyt seinasta málið í dystinum. TK fekk ongantíð munin innaftur í seinna hálvleiki, har spælið hjá báðum liðunum var rótut við nógvum teknsikum feilum, men góðum málmansspæli. Dómaraseðilin verður viðheftur.