Leygarkvøldið spæla Team Klaksvík og STÍF landskappingardyst í Klaksvík.
Leygarkvøldið spæla Team Klaksvíkog STÍF landskappingardyst í Klaksvík.
Talan er um tey bæði aftastu liðinií deildini. Bæði hava 4 stig, men Team Klaksvík hevur spælt eindyst færri. Seinast vann Team Klaksvík greiðan sigur á útivøllimóti FM vinnarunum úr KÍF og fyrr í kappingarárinum vann TeamKlaksvík á útivølli móti júst STÍF. Onkrar ábendingar eru um,at Team Klaksvík er væl fyri júst nú, tí í seinastaheimadystinum spældi liðið eisini ein fínan seinna hálvleik mótiKyndli. Nú skal Team Klaksvík so royna at fáa sín fyrsta sigur áheimavølli hetta kappingarárið. Hóast STÍF bara hevur 4 stig, sohevur liðið sjáldan tapt greitt og fleiri ferðir hevur liðiðtapt við bara einum máli. So strandingar leita helst eftir at fáamarginalarnar í sín part.
Minnast málverjan Finn á Svøð
Fyrr í vikuni andaðist málverjinFinn á Svøð av sjúku, bert 47 ára gamal. Finn hevur í fleiri árverið partur av besta liðnum hjá Team Klaksvík. Hann hevur áðureisini vart málið hjá mótstøðuliðnum STÍF umframt Neistanumog Stjørnuni í bestu mansdeildini. Áðrenn dystin leygarkvøldiðmillum tvey av fyrrverandi feløgunum hjá Finn verður tøgn í einminutt og leikararnir fara eisini at spæla við syrgibandi. TeamKlaksvík hevur eisini gjørt av, at peninga yvirskotið av dystinumfer til familjuna hjá Finn á Svøð.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøllleygarkvøldið byrjar kl. 18.00




