Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík tapti móti H71 2

Jákup Ósá

Eftir kvøldsins úrslit hevur Team Klaksvík neyvan nakran møguleika at spæla seg víðari úr bólkinum.

Eins og vit skrivaðu í upptaktini, so kundi H71 2 helst býta frá sær, tí tað hava teir gjørt áður. Og tað var hetta sum hendi. H71 2, sum hevði fleiri royndar leikarar frá bestu deildini undanfarnu ár, fekk nógv betri byrjan og førdi 15-10 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki bleiv meira spennandi eina løtu, tá Team Klaksvík nakrar ferðir kom uppá javnt. Men so brendi Team Klaksvík m.a. tvey brotsskøst og so fór H71 avstað við sigrinum móti endanum við at vinna 28-24.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu: Vuk Stevanovic (8), Valentino Valentakovic (4), Vilhelm Vilhelmsen (3), Jens Pauli Mohr (3), Jan eli Ragnarsson (2), Beinir Johannesen (2), Ludvík Súnason og Sámal á Tjaldrafløtti.

Harleywoodpaint