Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík trupla kappingarbyrjan: Team Klaksvík botnlið eftir fýra ósigrar á rað

Norðlýsið ÍTROTTUR

Team Klaksvík hevur havt eina katastrofu byrjan í hesum kappingarárinum, skrivar heimasíða felagsins, sum í fjør vann bronsuheiðursmerki í 1. deild.

Eftir at hava fingið bronsumedalju í 1. deild í fjør vóru vónirnar veruliga til at flyta upp í bestu deildina í ár, skrivar www.team-klaksvik.com.

Nýggjur venjari var settur, og venjingarnar byrjaðu fyrr í ár. Men eftir 4 dystir má staðfestast, at úrslitið er nógv verri í ár enn í fjør.

Hetta bleiv staðfest í Vestmanna sunnukvøldið, tá ið Team Klaksvík tapti botndystin móti VÍF heili 34-25 eftir 17-10 í hálvleikinum.

Eftir at tað hevði staðið 8-8, tá ið 15 minuttir vóru farnir, misti Team Klaksvík fullkomiliga tamarhaldið á dystinum. Seks minuttir seinnið var 13-8 síðan bleiv 16-9.

Eftir hetta var dysturin taptur.

Tað sum er vert at leggja til merkis er, at Team Klaksvík hevur í øllum sínum dystum havt eina vánaliga verju. Alt ov nógv mál fara ígjøgnum, staðfestir heimasíðan hjá felagnum.

Team Klaksvík skal ikki í eldin aftur fyrr enn 9. nov. á heimavølli, so nú skal venjast so vend kann koma í um Team Klaksvík ikki skal flyta niður aftur í 2. deild.

Jón Jacobsen óheppin

Ein keðilig hending fór fram í dystinum í Vestmanna sunnukvøldið, tá ið 13 sek. vóru eftir at leika.

Toppskjúttin hjá Team Klaksvík í hesum dystinum, Jón Jacobsen, varð taklaður og var so óheppin at lenda á nakkanum. Jón bleiv liggjandi, og ráðini vóru, at hann mátti ikki flytast, fyrr enn lækni kom á staðið.

Liðini avgjørdu tí at floyta dystin av, meðan bíðað var eftir lækna. Lækni kom á staðið, og Jón bleiv fluttur á Landsjúkrahúsið.

Seinni sama kvøld frættist úr Havn, at Jón hevði tað toluligt, og at hann kom norð til Klaksvíkar sama kvøld.

Málini hjá Team Klaksvík sunnukvøldið gjørdu:
Jón 8 – Beinur 6 – Danjal 4 – Steffan 2 – Willy 1 – Fríðin 1 – Jógvan 1 – Rógvi 1 – Mathias 1 – Tórður – Kristoffur – Andrias – Andrass.