Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík vann á Skála í kvøld

Jákup Ósá

Nýggju leikararnir hjá Team Klaksvík slerdu av álvara til í kvøldsins dysti móti StÍF.

Talan var um botndyst millum tey bæði aftastu liðini. Tað bleiv eisini spennandi, men Team Klaksvík hevði munin. 12-11 í hálvleikinum og samanlagt 33-31. Brian Slyne skeyt heili 14 mál fyri Team Klaksvík og Suni E. Dalsgaard skoraði átta mál. Teir báðir komu til felagið undan hesum kappingarárinum. Hini málini skoraðu Tummas Simonsen (4), Jure Fistonic (2), Beinir Johannesen (2), Dánjal Kjærbo, Sámal á Tjaldrafløtti og Nikolay Bliznov.

Úrslitið ger, at Team Klaksvík á næstaftasta plássi nú er trý stig frammanfyri StÍF. Seks av teimum sjey liðunum í kappingink sleppa í endaspælið.