Spenningur var um dystin íkvøld, um tað skuldi eydnast Team-Klaksvík at basa næstbesta liðnum hjá Kyndli, og tað eydnaðist.
Sigast má, at Team-Klaksvík rættuliga hevur gjørt vart við seg í føroyska hondbóltsheiminum í vetur.
Í kvøld leiktu teir dyst í Havn ímóti næstbesta, ella 1.deildarliðnum hjá Kyndli, og vunnu dystin við 32 málum ímóti 28. Hálvleikstøðan var 17-12 til Team Klaksvík.
Við hesum dystinum hevur Team Klaksvík leikt seg í kvartfinaluna og skal í kvartfinaluni hitta meistaraliðið hjá Neistanum. Vit frætta í kvøld, at Neistin hevur bjóða Team-klaksvík at dysturin skal leikast í KÍ-høllini, so um hetta kemur í rættlag, kunnu vit vænta ein spennandi dyst í KÍ-høllini í næstum.




