Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík vann sín fyrsta sigur í fleiri ár

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Team Klaksvík vann á FM favorittunumúr Kyndli og tryggjaði sær sín fyrsta sigur í landskappingini ífleiri ár.

FM favorittar siga vit um Kyndil av tíorsøk at teir fáu, sum undan kappingini mettu um liðini alment nærumvóru á einum máli um, at Kyndil bleiv eitt av oddaliðunum ogfleiri peikaðu teir sum favorittar at vinna FM. Um tað hevurávirkað Kyndil skal vera ósagt, men byrjanin hevur verið vánalig,nú liðið hevur spælt tveir dystir, móti StÍF og Team Klaksvík,sum øll hava mett verið tey bæði veikastu liðini.

Team Klaksvík í øvugtum leikluti

Team Klaksvík hevur ongan dyst vunniðí fleiri ár. So langt síðani er tað, at tá vit spyrja leikararum tað eftir dystin, so vita teir ikki, nær teir seinast vunnu eindyst. Men nær við hevur tað ofta verið, og tá hevur dystargongdinøgiliga ofta verið, at Team Klaksvík hevur havt leiðsluna fyrstapartin av dystinum fyri síðani at missa alt móti endanum. Í kvøldvar øvugt. Kyndil byrjaði betri og hevði eina leiðslu á 11-7 íhálvleikinum. Men Team Klaksvík kom sera væl út til seinnahálvleik og skjótt bleiv javnleikur. Síðani fylgdust liðini, harTeam Klaksvík fleiri ferðir fekk leiðsluna. Ikki fyrr enn íseinastu løtu blivu tvey mál á muni, tá Ludvík Súnasonhegnisliga skoraði frá vonginum. Frammanundan kundi Kyndil havtjavnað, tá Kyndil skoraði frá vonginum eftir, at dómarin hevðihondina uppi fyri langt álop. Men áðrenn hevði Kyndil biðið umtime out ,og tí ljóðaði floytan heilt týðuliga áðrenn skotiðfór í málið. Málið bleiv kolldømt.

Team Klaksvík er væl styrkt hesaferð

Team Klaksvík hevur í fleiri árstyrkt sær um hópin við fleiri leikarum uttanífrá, men taðhevur verið ójavnt, hvussu hesir leikarar hava roynst. Í ár særút til at liðið er styrkt væl. Í málinum stendur danski MarkDahl, sum eisini er ungdómsvenjari í felagnum, meðan íslendski Hørður F.Sigtórsson styrkir væl um bæði álop og ikki minst verju, har taðnæstan altíð hevur haltað hjá Team Klaksvík. Afturat teimum ereisini Ludvík Súnason, og hann hevur drúgvar royndir í bestudeildini og vísti tað í avgerandi løtunum. Harafturat tykistlokala stjørnan, Sámal á T. Olsen, at vera væl fyri, tí hannskoraði fleiri týðandi mál í avgerandi tíðarskeiðnum íseinna hálvleiki, tá tað leikaði javnt á. Eitt spennandi ár ívæntu hjá Team Klaksvík, og helst er tað ein øgiligur lætti hjáhópi og felagi sum heild at endiliga hava fingið ein sigur aftur.Tí hóast bara tvey umfør eru leikt, so er longu greitt, at TeamKlaksvík hetta kappingarárið við hundrað prosent vissu fer at hava eitt betrikappingarár enn bæði í 2016/17 og 2015/16.

Toppskjútti hjá Team Klaksvík varleikandi íslendski venjarin Finnur Hansson við 6 málum. Sámal áT. Olsen skoraði 4 mál, meðan Birgir Poulsen, Ludvík Súnason ogHørður F. Sigtórsson skoraðu 3 mál. Hjá Kyndli skoraðu HjaltiM. Jacobsen og Bartal K. Olsen 4 mál.