Tá 19 minuttir vóru eftir, var StÍF á odda við sjey málum.
Tað stóð 23-16 til StÍF, tá 11 minittir av seinna hálvleiki vóru farnir. Men Team Klaksvík kom aftur og 11 minuttir seinni var javnleikur 24-24. Endin var at Team Klaksvík vann 29-27.
Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru Valentino Valentakovic (10), Jens Pauli Mohr (6), Vilhelm Vilhelmsen (5), Kristoffur Jakobsen (2), Sámal á Tjaldrafløtti (2), Kjartan á Gravarbø (2), Beinir Johannesen og Ludvík Súnason.



