Súkklufelagið Team Rynkeby var á vitjan í Klaksvík í dag.
Súkklufelagið Team Rynkeby var á vitjan í Klaksvík í dag. Tey súkklaðu runt í býnum og ótu døgurða í Bakarínum hjá Jórun.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, helt røðu.
Góðu Team Rynkeby súkklufólk!
Fyri 12 árum síðani súkklaðu 11 motionistar úr Danmark til Paris at hyggja eftir endanum av Tour de France súkklukappingini. Samstundis gjørdu teir eina innsavning, sum gav 32.000 krónur til stríðið ímóti krabbameini.
Hetta gjørdist byrjanin til Team Rynkeby, sum nú eisini umfatar føroyingar og føroysk súkklufólk.
Nú luttaka 1200 súkklarar á 26 liðum úr 6 londum, og í fjør gav súkklingin hjá Team Rynkeby heili 23 milliónir krónur til arbeiðið ímóti krabbameini millum børn.
Hetta vísur, hvussu eitt lítið fet við tíðini kann føra til eitt stórt lop. Hvussu eitt hugskot um at gera mun í tí lítla kann vaksa seg stórt og sterkt.
Nú hava tit eisini valt at verða við í hesi vælgerandi súkklingini. Tit hava valt at taka lut og gera mun. Og tað eiga tit stóra tøkk fyri. Vit kenna øll, hvussu meint krabbameinssjúkan rakar – ikki minst tá ið hon rakar børn – og summi av tykkum kenna eisini sjúkuna á egnum kroppi.
At tit nú velja at verða við at savna pengar inn til krabbameinsarbeiðið við at átaka tykkum eina stóra kropsliga avbjóðing er nakað, sum vit øll kunnu taka til okkum. Vit, sum hava orku og styrki, kunnu við okkara innsatsi gera mun – og tiltikna orðatakið um, at nógvir løkir smáir gera stórar áir, kann brúkast í hesum sambandi.
Seinastu tíðina hava vit sæð tykkum súkklað kring landið. Tit leggja stóran dent á at fyrireika tykkum væl til ferðina í summar, og eg ivist ikki í, at tað eisini fer at gangast tykkum væl á leiðini til Paris.
Í dag eru tit á vitjan her í Klaksvík, og tit skulu øll verða hjartaliga vælkomin. Hetta verður ikki seinastu ferð vit síggja tykkum í gulu-blusunum her norðuri, tí skjótt skulu tit starta tykkara ferð júst úr Klaksvík og úr tiltikna umhvørvinum, sum vit her norðuri kalla fyri ”Rynkeby”.
Eg fari at takka tykkum fyri, at tit eru her í býnum og vísa á tykkara arbeiði, og eg ynski tykkum alt tað besta við teimum seinastu fyrireikingunum og sjálvari ferðini.
Takk fyri.




