Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Teir blivu leskaðir

Oliver Joensen

I gjárkvøldið setti Hjaltur Poulsen, saman við soninum, nøkur gørn á Borðoyarvík eftir sild. Hann hevði fylgt við frá Oyravegnum í gjár og lagt til merkis eina torvu av einum ella øðrum slag. Tí gjørdi hann eina roynd. 

Nú í kvøld drógu teir gørnini aftur, men fongurin var ikki stórur. Tó eini 40 pund av heldur smáari sild, so upp á pannuna, tað fingu teir, so teir eru leskaðir við sild í eina tíð.

Annars er sera lítil drift eftir sild á Borðoyavík, tó so, onkur setir gørn av og á til húsbrúk.