Teir hava fingið útvið eitt tons av gomlum fendarum ella fríholdum upp av botni útfyri langukai
Vit vóru ein kaitúr í vindinum hendan kalda heystarmorgun. Dykkarar eru í holtur við at fáa fríhold upp útfyri sunnarusíðuni av langukai. Teir byrjaðu í gjár og halda fram í dag. Vit frættu at talan mundi verða um eitt gott tons higartil, sum teir hava tikið upp.
Samstundis vóru dykkarar niðri og hugdu at Pison, sum fekk eitt sokallað black-out ígjár og rak á land beint við Sjónám ígjárkvøldi, og kannaðu fyri møguligan skaða. Bjargingarbáturin Ziska hjálpi væl til at fáa Pison til bryggju ígjárkvøldi.
Vit síggja eisini at nógv skip liggja inni nú.





