Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Teir fiska væl á útiróðri

Oliver Joensen

Bjørgvin 7.500 pund, Stakkavík 11.000 pund, Dalsenni 6.200 pund, Kallanes 9.000 pund, harav 2.200 pund toskur – Tá vit tosaðu við Kára Klettskarð í Kongsstovu, skipara á Kallanesi, segði hann at teir júst vóru komnir um Skálhøvda á veg í Vágahavið, sum útróðrarmenn úr Norðoyggjum fyrr nevndu fyri “Deyðseyðahavið”. Kallanes ætlar at royna vestanfyri í nátt, nú veðurmenninir boðað frá vindi av landnyrðingi.

Líðhamar 12.000 pund, Brandur 9.500 pund, harav 2.300 pund toskur. Janus Sørensen, skipari segði, at teir fóru ikki út aftur í nátt. Vindur av Landnyrðingi passar illa á okkara leiðum, helt hann fyri

Bragd hevur verið vestanfyri, men vit hava ikki enn fingið samband við Bragd. Møguliga fáa vit samband við hann seinni.