Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Teir fiskaðu væl í nátt

Oliver Joensen

Stóru útróðrarbátarnir, Norðsøki og Líðhamar gjørdu hvør sín rimmar túr í nátt. Norðsøki hevði 13.500 pund og harav 1.700 pund toskur, ímeðan Líðhamar hevði 11.500 pund og harav 4.000 pund toskur. Onki virksemið er á søluni leygardag, so vit hava ikki frætt frá øðrum bátum her í økinum. Janus Sørensen frá Brandi segði tó at teir høvdu ikki verið á útróðri í nátt, men hevði Brandur tveir túrar hesa vikuna, annar á 8.200 pund og hin 7.000 pund.  Býtið ímillum tosk og hýsi hjá Brandi var um tað sama sum hjá honum báðum bátunum, um 1/3 fyrra túrin, og minni enn tað hin seinna túrin.