Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir fyrstu ellivu í Molde

Oliver Joensen

Oysandi regn í Molde, nú KÍ hópurin er farin stutta teinin av hotellinum og yvir á Molde stadion

Tað eru vánalig fótbóltslíkindi í Molde, nú tað ikki eru tveir tímar til dystarbyrjan. Tað oysregnar. Fyrr í dag hevur verið ælaveður, men nú er oysandi regn. Tó er vøllurin ikki so vátur, tí teir hava havt plastikk liggjandi á honum allan dag. Men tað er einki at ivast í, at tað er ein bági fyri KÍ liðið, at tað regnar so illa. Vøllurin verður hálur, og krøvini til bóltførleikan vera stór – væl størri enn tey høvdu havt verið, um tað hevði verið turt í veðrinum.
Taktikkfundurin hevur verið, og Jan Joensen hevur sett hetta liðið: Kartin Joensen – Jan Andreasen, Ove Nysted, Aleksander Djordjevic, Harley Bertholdsen – Arnold Joensen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Jan Joensen, Hjalgrím Elttør – Jacob Bymar
Á beinkinum eru John William Joensen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Niclas Niclassen, Símun Joensen, Fríðin Ziskason, Leon Bjartalíð, Erling Fles, Eyðun Klakstein
Uttan iva fara mótstøðuliðið og líkindini at seta stór krøv til fysiska førleikan hjá KÍ liðnum.
Í fyrradagin ljóðaði tað her, at omanfyri seks túsund áskoðarar fóru at koma til dystin. Nú verður sagt, at áskoðaratalið neyvan fer nógv upp um eitt túsund.

Harleywoodpaint