Tað er ótrúligt sum politikarar flyta fokus fyri tíðina. Fyri at vit veljarar uttanfyri Havnina skulu gloym fadesuna um Føroyar sum eitt valdømi, ið minnilutin á tingi, saman við onkrum einstøkum úr meirilutanum gjørdi á sinni, eitur tað nú, at løgmaður og Eysturoyartunnilin skulu hava klovið samfelagið.
Hetta er so langt burturvið, sum tað kann vera, eingin annar hevur klovi samfelagið, sum júst leiðararnir í minnilutanum á tingi í dag. Segði annar teirra ikki fyri árum síðani, at um so var at ongin annar kom við uppskoti um at broyta lógina aftur, so skuldi hann gera tað?
Men tøgn er á hesum tingi – leisturin fyri at bjarga sær sjálvum atkvøður og fyri at tryggja sær sjálvum at vera sitandi, er sjálvandi at tekkjast høvuðsstaðnum, tí verður ført fram, at Skálafjarðartunnilin skal hava hevur samfelagið.
Hetta eru bert tómir pástandir sum bert tæna kryptiskum politiskum snildum. Um teir høvdu ómakað sær at kunna seg um hvat føroyingar uttanfyri høvuðsstaðin halda um Skalafjarðartunnilin, so høvdu teir heilt víst funnið útav, at eitt nu í Norðoyggjum er Skálafjarðartunnilin onki ”must”.
Í Sundalagnum man støðan vera lítið annarleiðis og neyvan eru vágafólk farin í nakran bólk fyri ella ímóti Skálafjarðartunlinum orsakað av lokalum áhuga.
Tosað verður í saman andadrátti um at skapa álit aftur á løgtingið.
Tað sum hevur klovið tjóðina, er lógin um Føroyar sum eitt valdømi. Tað einasta sum okkara politikarar kunnu gera fyri at savna tjóðina aftur, er at broyta valskipanina, soleiðis at øll øki í Føroyum aftur kunnu velja síni umboð á ting.
Savnið tjóðina aftur og endurreisi virðingina fyri tinginum. Broytið vallógina aftur og tryggið at øll øki í Føroyum eiga sína reinu rødd á tingi.




