Sum sæst aðrastaðni í blaðnum ídag, so leggur býráðið í Klaksvík stóran dent á at útvega grundstykkir, bæði til sethús og ídnaðarvirki.
Tað mest áhugaverda, vit hava sæð í Klaksvík, tey seinnu árini tá talan er um at byggja sær eitthvørt at búgva í, eru royndirnar við alternativum íbúðum ella sethúsum um man við.
Áður hava royndir verið gjørdar her, við raðhúsum og seinni eisini samanbygdum íbúðum, men tað er líkasum, at hesar alternativu byggingarnar, mest sum hava verið einkultstandandi projektir um sína tíð.
Orsøkin skal helst finnast í, at vit føroyingar hava vilja átt okkara egnu hús, soleiðis at skilja, at okkum hevur dámt betur at seta búgv á traditionellan hátt.
Men tíðir broytast. Fyrr var nógvur aktivitetur í ymsu heimunum allan dagin, har konan gekk heima og helt húsarhaldið gangandi, við at ansa børnum, gera mat úr rávøru, í hvørki var hálv ella heiltilgjørd og harafturat stóð hon fyri framleiðsluni av stórum parti av pløggunum, sum familjan nýtti.
Ídag er annarleiðis, hjá flestu ungu familjunum standa húsini tóm allan dagin, imeðan húsfólkið er til arbeiðis, í skúla ella aðrastaðni og harafturat er virksemið í køkinum nógv minkað tey allarseinastu árini, síðani møguleikarnir at eta úti, ella at keypa sær liðnan døgurða, gjørdust størri og tað gjørdist alt meira vanligt at fólk eta á arbeiðisplássinum yrkadagar.
Alt hetta, saman við prísinum fyri eini sethús, hevur gjørt, at fleiri eru farin at hugsa alternativar vegir og í Klaksvík kunnu vit kanska siga, at startskotið til hetta, kom við byggingini av eldraíbúðum og kanska eisini við Domusprojektinum, ið sum skilst á teimum, ið har búgva, hevur verið eitt átak júst rætta vegin.
Men tað er langt á mál hjá býráðnum enn, tí stórur tørvur er framhaldandi á økjum til sethúsabygging ella til alternativa bygging.
Fyri stuttum løgdu býarplánteknikararnir fram eitt framtíðarprojekt fyri á almennum fundi í Klaksvík. Her kom fyri ein dag, at byggjast skuldi meira fram við Oyravegnum við sethúsum og alternativum íbúðarprojektum.
Tað sýnist eitt sindur løgið, at býarplanleggjararnir ikki enn av álvara hava hugsað um økið úr Vágshaga og kanska út ímóti Taravík.
Tá hugsað verður um, at um 180 fólk standa á bíðilista hjá býráðnum, til at fáa eitt grundstykki ella eina alternativa íbúð og býráðið nú hvønn dag fær nýggjar umsóknir, so eru útstykkingar uppá 20 og 50 grundøkir ikki nógv. Tí kann roknast við, at um stutta tíð verður brúk fyri nógv størri øki og tá kundi eitt nú økið omanfyri Fossabrúnna og suðureftir verið vælegnað.
Samanumtikið kann sigast at grundstykkjatørvurin í Klaksvík er akuttur. Býráðnum er greitt at nakað skal gerast afturat tí nógva, býráðið hevur gjørt hesi seinnu árini og tað er at vóna, at vit innan stutta tíð fara at frætta um nógv størri útboð av grundstykkjum enn vit hava sæð higartil.




