Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir pynta til jóla umborð á Skálabergi

Oliver Joensen

Ja, nú eru menn so smátt við at blíva í jólahýri, so kokkurin tók tað støðu ímorgun at nú skuldu vit byrja at pynta. – Siga teir umborð á Skálabergi.

Sum sæst á myndunum, so er undirtøkan stór.
Vit liggja eystiri á Gásabankanum og royna. Fiskaríið er svingandi, onkur hál eru 2 tons og onkur 12, vit hava roynt í 17 dagar og hava um 200 tons inni.
Veðrið hevur sum heild verið gott og hann lovar gott veður framyvir. Her eru nógv skip, føroysku bátarnir Sundaberg, Sjúrðarberg, enniberg og Vesturvón, tveir íslendskir bátar vóru her eisini, men teir eru farnir heim til jóla, afturat eru eisini einir 30 russiskir bátar.
Vit hava tað allir og og lata heilsa øllum og ikki minst familjum okkara heima og reiðaríið.