Nú beint frammanundan avslutningsfestini hjá arbeiðismonnunum í Norðoyatunlinum, stuttleika teir sær við at rógva kapp í pumpibrunninum.
150 metrar undir sjóvarmálanum, stuttleika arbeiðismenninir hjá NCC sær við at rógva kapp í pumpibrunninum.
Har sum lægsta punktið á Norðoyatunnlinum er, er borðaður ein síðutunnil 100 metrar norðureftir, og liggur hesin einar 10 metrar undir vegbananum. Her er ein uppsamlingsbrunnur, ið skal vera førur fyri at taka ímóti vatninum, ið lekur inn í tunnilin um so er at pumpurnar steðga. So mikið stórur er brunnurin, at hann kann taka ímóti øllum vatninum í einar tríggjar- fýra dagar um óhapp skuldi verið við pumpunum. Hesin brunnurin er umleið 70 metrar langur, beint norður úr pumpustøðini og hartil einar 20 metrar breiður. Í brunnin, hava arbeiðismenninir koyrt tveir gummibátar, sum teir nú rógva kapp í. Kappingin stendur ímillum teir, sum hava arbeitt Leirvíksmegin og teir sum hava arbeitt Klaksvíksmegin.
Kappingin gongur út uppá, at hvør einstakur skal rógva inn til ein ølkassa, ið er ankraður upp innast í brunninum, og taka ølina við sær aftur á mál.
Avslutningsballið verður í kvøld kl. 19.00 í Skálanum fyri arbeiðisfólkinum og nøkrum innbodnum og aftaná miðnátt verður dansur og hann verður almennur.




