Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir rokast í KÍ høllini

Tíðindaskriv

Fyrireikingarnar til panelfundin og dansin í KÍ høllini í kvøld eru í hæddini. Myndir frá fyrireikingunum.

 Teir rokast í KÍ høllini

Fyrireikingarnar til panelfundin og dansin í KÍ høllini í kvøld eruí hæddini. Myndir frá fyrireikingunum.

 

Í kvøld verður panelfundur í KÍ høllini kl. 21.00, meðandansur verður kl. 23.00. Fyrra tiltakið er ókeypis og lata dyrnar upp kl.20.30. Fyrsti samrøðan verður við KÍ liðskiparan Hjalgrím Elttør um dagsins dyst og kappingina í ár sum heild. Formenn í lokalum feløgum fara at kjakast í fyrra panelinum um ítróttarumstøðurnar í Klaksvík. Til seinna panelið, ið byrjar nakað áðrenn kl. 22.00verður evnið Effodeildin. Har koma serfrøðingarnir TróndurArge(ítróttarskrivari á Sosialinum), Teitur Joensen (ítróttarskrivari áDimmalætting), Bill M. Jacobsen (U-21 landsliðsvenjari og fyrrverandi venjari íEffodeilini) og Sigfríður Clementsen(fyrrverandi venjari í Effodeilini) atkjakast um kappingina í ár. Millum bæði panelini til ítróttar og mentunar tiltakið spælir væl umtókti Hans Andrias Jacobsen. 

 

Kl. 23.00 fara Marnar & Árni at spæla til dans.Kostnaðurin er 150 kr til dansin.

 

Gjøgnum alt kvøldið fæst “alt” leskandi til keyps í KÍhøllini.

 

Myndirnar niðanfyri eru frá fyrireikingunum í morgun, táfyrireikarar og ljóðfólk gjørdu klárt. Tá var nakað eftir at gera m.a. at pynta pallin, borðini og søludiskin. Høllin varrein og heit, so lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, ið fyrireikararnir vónafer at fanga fólk.