Víkingur og KÍ royna at gjøgnumføra dystin ídag hóast als ikki er spælandi. Enn er støðan 0-0.
KÍ spælir ímóti vindinum í løtuni, so teir hava úr at gera at verja fyri langum bóltum. Vit frætta úr Gøtu, at tað er als ikki spælandi og at umstøðurnar tí als ikki eru til at spæla fótbólt.
Sveinur Tróndarsson, formaður í fótbóltsdeildini sigur við Norðlýsið, at tað er óheppi at spælt verður so langt út á veturin.
Enn er støðan sum sagt 0-0.




