Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir skutu fullkomuliga við síðuna av

John William Joensen

Føroyska fótbóltslandsliðið fór orduliga niður í eitt hol.
Holið var sum í einum sveisaraosti.
Føroyar taptu 6-0.

Tað var gott summarveður í Basel, og tað er einki at ivast í, at hitin fer at verða brúktur sum forkláring uppá, at tað gekk so syndarliga illa. Men har vóru fleiri aðrar forkláringar, sum tað ikki slepst uttanum at koma inn á, um ein spaki skal kallast fyri ein spaki.
Við brillunum hjá Norðlýsinum var skjótt at síggja, at eingin KÍ spælari og eingin klaksvíkingur yvirhøvur var millum teir fyrstu ellivu á vøllinum.
Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, síðani Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt, at eingin spælari, sum er uppvaksin í KÍ, var á liðnum. Hjalgrím Elttør, sum var í byrjunaruppstillingini móti Malta, var skiftur út við
Jónhard Frederiksberg. Hetta var tað ikki so nógv at siga til. Jónhard stóð seg eina frægast.
Mest óvæntaða stigið hjá venjaranum og hjálparvenjaranum, sum í hesum heilt sikkurt hevur havt nógv at siga, var tað, at Jákup Mikkelsen var settur á beinkin. Tíðindini vóru ófatulig. Sum nevnt fyrr í kvøld, so tjekkaðu vit, um Jákup er skaddur. Tað er hann ikki. Landsliðsvenjarin sá Jákup vera í KÍ málinum, tá ið KÍ vann 1-0 í Gøtu. Tað ferðina var Jákup fantastiskur.
Hjálparvenjarin var í Klaksvík síðsta sunnudag, tá ið KÍ vann 1-0 á NSÍ.
Jens Martin Knudsen var langt frá sakleysur í málinum, sum Jacob Bymar skoraði, og enn eina ferð var Jákup Mikkelsen fínur og stabilisatorurin í KÍ verjuni. Tað finst eingin fornuftig orsøk til, at Jákup ikki var í málinum í Sveis. Í 1. hálvleiki komu fýra mál. Málverjin átti tað fyrsta alt sum tað var. Í einum øðrum føri sparkaði hann bóltin út til ein sveisarar, sum var á føroysku helvtini, og so var skjótt at fara í mótálop, og í einum øðrum føri lovaði hann einum mótstøðumanni at koma framum seg og beina innlegginum í
málið.
Eg vil ganga so langt sum at siga, at tað var ein skandala, sum leiddi til eina katastrofu, at Kí málverjin ikki var á liðnum í Sveis.
John Petersen og Jákup á Borg kláraðu seg ikki væl. Rógvi Jacobsen og Atli Danielsen kláraðu seg væl betri, tá ið teir komu inn. Fróði Benjaminsen kláraði seg hampuliga væl á miðjuni, og Jonhard Frederiksberg var ikki so galin í álopinum. Julian Johnsson vísti ikki, at hann skal vera sjálvskrivaður hvørja ferð. Pól Thorsteinsson er við at spæla seg av liðnum, og tað er púra við síðuna av, at Óli Johannesen framvegis skal vera í miðverjuni. Hann er á 2. deildarliðnum hjá TB, og hann hevur ofta karantenu.
Súni Olsen spældi ikki so galið, meðan Jón Rói Jacobsen ofta hevur verið betri, enn hann var hesa ferð.
Avrikið í Sveis vísti, at Atli Danielsen, Rógvi Jacobsen og Jákup Mikkelsen mugu og skulu inn á liðið móti Frankaríki. Út fyri teir eiga at fara John Petersen, Jákup á Borg og Jens Martin Knudsen. Johan Byrial Hansen kann akkurát tað sama fáa møguleikan í verjuni sum Óli Johannesen. So skal hann vera høgri bakkur, og so kann Pól Thorsteinsson spæla í miðverjuni saman við Jón Róa Jacobsen. Vissi Pól skal vera á landsliðnum, so skal hann vera í miðverjuni.
Hetta liðið fer heilt vist at klára seg betri móti Frankaríki, enn tað liðið, sum móti Sveis fullkomuliga fall ígjøgnum: Jákup Mikkelsen – Johan Byrial Hansen, Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen – Julian
Johnsson, Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Claus Bech Jørgensen – Rógvi Jacobsen, Jonhard Frederiksberg.
Fyri alt í verðini má Jákup vera í málinum, um hann ikki verður so vónbrotin av viðferðini í Sveis, at hann stingur av til hús.