Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir svimja í havinum

John William Joensen

Ein heilsan frá manningini á Maersk Guardian, sum liggur út fyri Egyptalandi, har eisini Klaksvíkingar eru við.

Teir tríggir, Jákup Biskopstø, Leif elleby Andersen (búðsitandi í Danmark) og Morten M. Andersen (sonur Armgarð hjá Kallu) eru partur av manningini hjá Maersk Guardian sum í løtuni er norðanfyri Alexandria har teir gera nakrar brunnar fyri lokalt oljufelag.

Summarsligt
Í telduposti til nordlysid.fo skrivar Jákup at teir í hava rættuliga summarsligt veður.
Onkur av manningini var á floti við bjargingarbátinum og har á leiðini var væl av gullmakreli at síggja, men tó høvdu teir ikki havt eydnuna við sær í fiskiskapinum.
– Vit fingu pilkað ein, men hann gjørdi so stóran mótstand at vit at enda mistu hann.
– Sum tit síggja á myndunum so liggur væl fyri at svimja í havinum og tað dámar okkum væl.
– Ein lokalur útróðrarbátur hevur roynt ov nær platforminum. Teir mugu ikki koma nærri enn 500 metrar, so vit hava roynt at fingið hann burtur.
– Stand-by báturin hjá okkum fór at sigla eftir útróðrarbátinum og tá hepnaðis at fáa teir burtur. 
– Um tit hyggja væl eftir útróðrarbátinum á myndini so síggja tit ein mann sita/liggja meðan hann biður (uml. mittskips).
– Gud viti hvussu hann ber seg at at venda móti Mekka meðan báturin í heilum skiftir kós.
– Í dag er nakað av vindi í landi so tyrlan kann ikki flúgva fólk heim orðsaka av sandstormi.
– Tí eru menn sjálvandi spentir um teir kunnu sleppa heim í morgin.
– Her í Egyptalandi er fríggjadagur heilidagur og sunnudagurin er fyri teir bert ein vanligur dagur.
–  Leif Elleby var millum teir sum ikki sloppu heim í dag so hann var glaður um at fáa Norðlýsið gjøgnum teldupost, tí so hevði hann okkurt at lesa meðan hann situr og bíðar eftir boðum frá tyrluni, skrivar Jákup Biskopstø at enda í telduposti tann 31/3.