Menn umborð á gomlu sluppunum ella seglskipunum gera sítt ítasta fyri, at verja og viðlíkahalda skipini, sum settu skjøtil á fiskivinnu okkara – At halda slíkum skipum við líka, er ikki bert ein sjálvfylgja, ella nakað lætt arbeiðið; tað skal rættiliga nógv til, bæði við peningi og arbeiði, sigur Hans Eli Hansen, útgerðarmaðurin hjá Draganum
Menn umborð á gomlu sluppunum ella seglskipunum gera sítt ítasta fyri, at verja og viðlíkahalda skipini, sum settu skjøtil á fiskivinnu okkara – At halda slíkum skipum við líka, er ikki bert ein sjálvfylgja, ella nakað lætt arbeiðið; tað skal rættiliga nógv til, bæði við peningi og arbeiði, sigur Hans Eli Hansen, útgerðarmaðurin hjá Draganum
Hans Eli Hansen, sum stendur á odda fyri Draganum, sigur, at tað skal rættiliga nógv arbeiðið til, nógv tíð til og nógvir pengar til, at viðlíkahalda eitt so gamalt skip. At tað koma fýra sluppir, helst tíggju útróðrarbátar og nakrir gamlir motorbátar siglandi inn eftir Vágni til stóra morgunmatarborðið á Sjómannadegnum, er ikki nøkur sjálvfylgja, men skip og bátar við drúgvum arbeiði aftanfyri. Virðið á hesum gomlu ‘dangunum’ er stórt.
Stutt um sluppirnar og týdning teirra
Eftir at bátsbandið varð avtikið í 1865, fingu vinnufrælsishugsjónir betri livikor. Fiskiveiðan øktist munandi, og sjey ár eftir avtøkuna kom fyrsta sluppin til Føroya, sluppin Fox, ið veruliga fekk glið á fiskivinnuna. Sluppin varð so statt byrjanin til eina broyting, ið var við til at menna føroyska samfelagið til eitt fiskivinnusamfelag. Um aldaskiftið 1900 tók sluppfiskatíðin dik á seg, og av hesum stóðust arbeiði á sjógvi og á landi. Áðrenn rembingartíðina vóru flestu húski so at siga bundin at bóndagørðunum, men rembingin bar við sær, at vit fingu eina øðrvísi arbeiðsskipan við fiskimanni og fiskagentu, ið gjørdust bundin at útgerðarmanni og reiðara.
Slupptíðin og hartil sluppirnar hildu til umleið seinna veraldarbardaga, tá ið fiskiveiðan í Føroyum var eitt sindur sløk og ikki heilt vandaleys, orsakað av krígnum. Men eftir kríggið yvirtóku motorbátarnir, ella trolararnir fiskivinnuna, og sluppirnar fækkaðust. Vit kundu næstan sagt, at sluppirnar so smátt vórðu gloymdar í marglætinum hjá trolararunum.
– Men Hans Eli Hansen og aðrir, sum hava skaffað sær eina gamla slupp og síðani gjørt hesar aftur, hava ikki gloymt sluppirnar, ið veruliga eiga rík søgulig virði. Tær fingu glið á fiskivinnuna, sum vit í roynd og veru liva av í dag. – Tær fáu sluppirnar, sum eru eftir, skulu ikki vanvirðast, heldur Hans Eli Hansen.
Dragin
Dragin, sum í mun til aðrar sluppir er nokkso nýggjur, er frá 1945. Síðani 1945 er nógv gjørt við Dragan, sum í dag virkar sum eitt skúlaskip og partvíst siglir við ferðafólki. Eftir at Dragin hevði ferðast av nógvum hondum, keypti Hans Eli Hansen Dragan í 1991, sum tá ikki var í serliga góðum standi. Í 1994 var Dragin settur í ein grunn, sum kallast “Dragin – KG 212”. Eftir hetta var veruligur skjøtil settur á, umvælingina av Draganum.
Í tíggju ár stríddust einir átta menn og tíðum fleiri, at umvæla Dragan til eitt seglskip. – Allir menninir gjørdu arbeiðið ókeypis, hóast tað kostaði nógva tíð. Tað var lagt nógv í arbeiðið við Draganum, sum nú er tryggjaður fyri 5 milliónir. Umbyggingin var liðug á sumri í 2003 og úrslitið gjørdist snøgga skúlaskipið Dragin, sum hevur verið til gagns fyri nógvar skúlanæmingar og nógv ferðafólk.
Aðrar sluppir
Fleiri sluppir ella seglskip enn Dragin eru, og hesi skip eru gomul. Sambært skipalistanum er Jóhanna TG 326 frá 1884, Westward Ho TN 54 frá 1884, Norðlýsið TN 24 frá 1945, Fram TN 2 frá 1921. Hesi skip, á sama hátt sum Dragin, eiga nógv arbeiðið aftanfyri seg.
Eftir at sluppirnar mistu heitið sum fiskifør og av teirri grund vórðu lagdar, vórðu tað fleiri sluppir, sum vórðu søktar. Tíanbetur eru tað nakrar eftir, sum nú eru ein virðismikil mynd uppá byrjanina av fiskivinnu okkara. Takka veri teimum, sum góvu sær tíð og orku til at gera tær gomlu dangurnar aftur. Ikki kann sigast annað, enn at teir virða rík søgilig virði.
Leygarmorgunin kl. 09.00 á Sjómannadegnum fara føroysku seglskipini at hittast á Pollinum og at seta segl, saman við øðrum gomlum føroyskum bátum við árum og seglum. Seglskipini koma á Klaksvík at liggja við bryggju á Stongunum.




